Aftur hesaferð eru fullkomiliga verjuleys fólk offur fyri yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa.
Yvirgangsatsóknirnar í Evropa seinastu árini eiga at styrkja okkara tilvitan um, at í okkara parti av heiminum skulu vit áhaldandi berjast fyri einum opnum og demokratiskum samfelag.
Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við franska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.
Eg fari vegna Føroya fólk at senda François Hollande, forseta Fraklands, samkensluskriv.
Aksel V. Johannesen, løgmaður