
Bert ein pinkalítil minniluti tók ikki undir við, at globala upphitingin ikki má fara meira upp enn 2 stig og enntá hevði verið betri um vit menniskjur megnaðu at halda okkum niðanfyri hasu stigini.
Amerikanski forsetin Barack Obama er somikið avgjørdur í sínum málið, at hann metir at avtalan gjørd í París er besti kjansur fyri, at vit menniskjur megna at bjarga okkara móðurjørð og er sostatt sera glaður um avgerðina.
Fyrrverandi Løgmaður í Føroyum, Kaj Leo Holm Johannesen, segði seg vera sera harman yvir at Føroyar ikki eisini vóru umboðaði í hesari avtalu, sum varð í París fyri kortum - tí sum hann sjálvur vísti á, so er hetta ein gyltur møguleiki fyri okkum, at vísa hvussu vit gera, finna aðrar møguleikar og at vit eisini koma at hittast við onnur lond. Og har muga vit á Norðoya Portali eisini geva Kaj Leo púrasta rætt ..!
JáH (y) 13.12.2015