Avgerð er tikin um, at bygdarhúsið á Húsum, sum í løtuni verður umvælt til endamálið, skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum. Hølini verða innrættaði soleiðis, at bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og samstundis nýtast til annað virksemi hjá bygdafelagnum. Øll miðhæddin í húsinum verður høvuðsumvæld. Trappurnar eru fluttar, kaminan er flutt, gólvhiti lagdur og er ein lítil køkur settur upp. Tað er bygdafelagið, sum stendur fyri umvælingini og kommunan leigar síðan hølini.
Seinasta freist at søkja størvini er í morgin, 19. desember. Lýsingin sæst her: Starvsfólk til dagstovnatilboð á Húsum
Klaksvíkar Kommuna


RSS Feed