Nýggi faldarin svarar spurningum, sum tilflytarar kunnu hava, tá ið flutt verður til eitt nýtt land. Faldarin vísir eisini, hvat tilflytarar kunnu brúka prestin til. Eitt nú eru tilflytarir vælkominir at seta seg í samband við prest og fáa ráð og vegleiðing til eitthvørt.
- Eitt nú leggi eg dent á at bjóða samrøður um t.d. einsemi, sjúku, ótta, trúgv ella prát um broytingar og avbjóðingar í tilveruni, sigur Marjun Lómaklett.
Marjun Lómaklett er prestur fyri allar Føroyar, men ein dag um vikuna er hon at hitta á Hoydalsvegi 1. Har er skrivstovan er opin hósdagar frá klokkan 14-16. Marjun er eisini at hitta á [email protected] ella á tel. 45 50 20 / 23 73 45.
Karl Johansen takkaði fyri faldaran, sum borgarar kunnu fáa eitt eintak av í Miðlan.
Klaksvíkar Kommuna