Miðja verður eftir, at fyrstu av hesum trimum sonevndum “drop-in” kanningarmiðstøðum verður klárar longu mánadagin í Tórshavn og á Tvøroyri.
Á tíðindafundinum í gjár greiddi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, frá, at eitt av nýggjastu átøkunum, nú aktiv smitta aftur er staðfest og breiðir seg í føroyska samfelagnum er at seta nýggja kanningarskipan á stovn, har ávísing frá kommunulækna ikki er neyðug.
Talan verður um tríggjar sonevndar “drop-in” kanningarmiðstøðir, sum verða við sjúkrahúsini í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri.
Í gjár vóru knapt 900 kanningar gjørdar á teimum trimum sjúkrahúsunum so trýstið hevur verið øgiligt seinastu dagarnar og bíðitíðin harvið eisini sera drúgv. Ein orsøk til hetta er eisini ferðsluviðurskiftini serliga við Landssjúkrahúsið.
Klárt mánadagin
Fyri at fáa kanningarnar at glíða betur, so bíðitíðin verður styttri er gjørt av at flyta koronukanningarnar á Landssjúkrahúsinum niðan á Eiragarð og Landsverk arbeiðir í løtuni við at seta lonir upp, sum skulu brúkast til endamálið. Enn eru allir smálutir ikki komnir uppá pláss, men ætlanin er, at drop-in kanningarmiðstøðin á Eiragarði verður opin eftir vanliga arbeiðstíð.
Í Suðuroynni verður arbeitt við eini líknandi loysn har koronakanningarnar verða fluttar av Suðuroyar Sjúkrahúsi og út í býin. Nærri kunning um hvar og hvussu hetta verður skipað, kemur seinni. Málið er, at nýggja kanningarskipanin verður klár á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin. Seinni í næstu viku verður drop-in kanningarmiðstøð eisini klár á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Galdandi skipan, har tú skal hava eina ávísing frá kommunulækna ella 1870, heldur fram til nýggja “drop-in” kanningarskipanin sett í verk.
Heilsumálaráðið