Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. oyramerktar til filmsstuðul.
"Eg fegnist um, at tað frameftir verða sakkunnleikin og óheftni, ið fara at umsita filmsstuðlinum. Vit hava fyrr verið vitni til, at politiska skipanin hevur blandað seg í, hvør skal fáa filmsstuðul og ikki. Tílík venja kann virka stýrandi fyri umsøkjararnar. Listin skal stuðlast og ikki stýrast", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Almanna- og mentamálaráðið
RSS Feed