Umframt jólafrímerkini kemur eisini eitt frímerkjaark út við heitinum “Føroysk mineral og grótsløg”,
og ársins jólamerki fáast somuleiðis til keyps frá í dag.
Føroysk mineral og grótsløg – óslípaðir gimsteinar
Hyggja vit nærri at gráa grótinum birtist eitt hav av flottum litríkum og spennandi mineralum í storknaða gosgrýtinum. Tey sjónskastu mineralini eru teir hvítu soðsteinarnir og kvartsmineralini. Hesi vøkru mineralini úr Føroyum hava gjøgnum tíðirnar verið savnað og víst fram á grótsøvnum um allan heim.
Tey bæði mineralini á frímerkjaarkinum eru kalsitt (kálkspatt) og kopar. Kalsittkrystallið er partur av savni, sum Edna Einarson eigur, meðan Johan Virgarsson hevur funnið sjáldsama stóra koparkrystallið í einum grótbroti í Suðuroy. Útgávan er løgd til rættis í samstarvi við Jarðfeingi.
Jól og advent
Ársins jólafrímerki mynda ávikavist ein adventskrans og eitt jólatræ - bæði við livandi kertiljósum. Um íblásturin sigur listamaðurin, Heiðrik á Heygum soleiðis: "Jólini eru siðbundin, afturlítandi, nostalgisk og tætt hjartanum. Tí helt eg, tað var hóskandi at lýsa jólasiðirnar við einum siðbundnum brái, har eg samstundis fagni visuellu stílunum hjá Williami Heinesen og Elinborg Lützen.”
Jólamerki til jólapostin
Listamaðurin, Bárður Dal Christiansen hevur sniðgivið ársins jólamerki, sum hevur heitið “Jólaleikur_v.22a”. Hetta er eitt sonevnt samklipp av søguligum myndum, tekningum og grafikki, sum á ein sýraðan og øðrvísi hátt mynda klassiska jólaleikin.
Avlopið av søluni av jólamerkjaarkinum fer til Jólamerkjagrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla tiltøkum fyri børn og ung í Føroyum.
Frímerkjaárbók – ein góð gáva
Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar.
Tær kosta ávikavist 634 kr. og 665 kr. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands.
Frímerki og jólavørur fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo,
har eisini ber til at lesa áhugaverdu greinarnar um frímerkini.
Posta