Var fyri løtu síðani á vegleiðingini og spurdi um dysturin millum Molde – KÍ bleiv vístir, men fekk eitt stórt NEI, viðkomandi eg spurdi var ikki sína uppgávu vaksin og svaraði víðari, “spyr Løgtingsmennirnir um tú kanst hyggja eftir dystinum.”
Fortaldi viðkomandi at Norrøna vísti dystin seinast, tá ið Norrøna var veðurføst í Norra og tá var ongin trupuleiki, men tá var svari, at so mátti tað vera ein eletrikkari sum var meira klókur enn vit onnur, men Norrøna hevur ikki loyvið at vísa nakað frá Kringvarp Føroya?
Hvat er hetta fyri nakað, Norrøna sum er føroyskt, kann ikki vísa nakað frá Kringvarp Føroya?
Eru vit komin so stutt á tjóðveldisleið, at vit ikki á okkara tjóðarskipi Norrøna kunnu vísa sendindingar frá Kringvarp Føroya?
Og hví kundi Norrøna vísa dystin seinast og ikki nú?
Haldi vit sum eru umborð Norrønu skulu krevja at dysturin verður vístir. Vit vóru eitt døgn ov sein avstað og høvdu vit farið til tíðina, so høvdu vit øll sæð dystin.
Norrøna tit hava góðar 3 tímar og eru tit tykkara uppgávu vaksin, so vísa tit sjálvandi dystin Molde – KÍ.
Vit eru nógvir føroyingar umborð Norrønu og tað kann ikki passa, at tað eru danskar, týskar og norskar kanalir sum vera vístar á skerminum og ongin føroyskt kanal er á síggja, hetta skuldi fingið fylgjur fyri skiparan og leiðsluna á Smyril Line, at vit føroyingar fáa verri tænastu enn útlendingarnir sum eru umborð á Norrønu.
Verður dysturin ikki vístir, so fær Norrøna ringasta skoðsmál frá mær og tað er eitt stórt NULL, SO ER TAÐ SAGT.
Víð KÍ kvøðu
Símun á Høvdanum
RSS Feed