Samhandilin sum russar hava við Norra er økt sera nógv í 2023 og tað er sjón fyri søgn, her liggja 3 russiskt skip í Båtsfjørðinum, har tænastavinnan í Norra skúmar fløtan nú havnastongsilin í Føroyum hevur verið í gildi síðani 12. juli í ár fyri russisku skipini.
Ístaðinfyri at okkara vinna fekk pengar í kassam, so enda allir pengarnir í Norra og hava okkara fyritøkur mist meira enn 60 prosent av umsetningini av teirra virksemi til russisku skipini í Føroyum.
Ótrúðligt at Norra spælir fríspæl og vit hava eina samgongu, sum ikki er sína uppgávu vaksin, men vil heldur spæla stórpolitikk, har Norra, Danmark og Europa flenna at okkum, tí tey ætla ikki at steðga við samhandilin við Rusland, eitt nú við olju og gassi.
Her myndir tiknar í morgun, har 3 russiskt skip liggja við bryggju í Båtsfjørðinum, tey eru Mark Liubovskii, Taurus og Azurit. Eisini vóru hesi í Båtsfjørðinum í morgun smb. Marine Traffic, Severyanin II, Vladimir Zagoskin og Kapitan Gerashchenko.
Her grein hjá Beinir Johannesen um havnastongsilin. Klikk her: Havnastongsilin kostar tænastuvinnuni - hvat gerð Løgmaður
SáH





RSS Feed