
Hámarkið fyri, hvussu nógv tú í mesta lagi kanst swippa, fer úr 3.000 kr. til 10.000 kr. um dagin.
Allir privatpersónar við eini Swipp-avtalu kunnu nú swippa upp til 10.000 kr um dagin, men tú kanst ongantíð swippa meira, enn tú hevur at ráða yvir á kontuni.
Tú kanst eisini sjálv/-ur áseta eitt lægri hámark, sum t.d. kann vera 2.000 kr um dagin. Um tú bert ynskir at móttaka pening, setir tú hámarkið til 0 kr.
Tú kanst broyta hámarkið um dagin í tínari Swipp-avtalu. Tú kanst broyta hámarkið í tínum Netbanka, Netbanka á teldli og í Netbankanum sum app. Um tú ikki velur at broyta, heldur títt núverandi hámark fram.
Tað er onki hámark fyri, hvussu nógv tú kanst móttaka við Swipp. Hvørki sum privatpersónur ella sum vinnukundi.
Nýggja hámarkið á 10.000 kr ger Swipp áhugavert fyri flestu vinnurekandi. T.d handlar við elektroniskum útgerðum v.m., har fleiri av vørunum fara upp um núverandi hámark. Teir kunnu nú bjóða størri vøruúrval til brúkaran, sum kann keypast við fartelefonini.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi Swipp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva.
Nýggja hámarkið kemur í gildi tann 8. oktober 2014.