NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

NEI, NÚ ER NOKK!

23/5/2022

Comments

 
Picture
Nú má broyting koma í føroysku rættarskipanina!

Tað kemur fyri, ferð eftir ferð, at vit hoyra um harðskapsmál, ið ikki verða tikin í álvara og offur ið ikki verða tikin fyri fult. Rættarsakir sum verða meldaðar, men bíðitíðin tekur mánaðir, ja uppí ár. Hetta kann eg sjálv skriva undir uppá. Í nógvum førum verður eisini mismunur gjørdur í revsimálum. Hetta eigur ikki, at koma fyri og skal steðgast!

Kvf.fo legði fyri stuttum, eina tíðindagrein út “Ein 28 ára gamal maður var 5. mai 2022 í Føroya Rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri harðskap, sum var framdur í náttarlívinum í Havn. Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein annan mann fleiri ferðir í andlitið”
“ein 28-ára gamal maður, sum er pólskur ríkisborgari, er dømdur, og at hann skal sita dómin beinanvegin. Til útvísingina er knýtt eitt innferðarbann í 3 ár”.

Í mínum føri var veruleikin ein annar.. Í 2019-2020 livdi eg í einum keðiligum, men eisini ræðandi parlagi, sum hevði við sær sálarligan og kropsligan harðskap og kynsligan ágang – og arrini, ja tey sita djúpt.

17. septembur 2020 megnaði eg, at siga stopp! Eg kom heim til systir mína, hon sá, at eg hevði fingið reyð og blá merkir á hálsin, armar og bein. Dagin eftir, valdi eg so at taka tí avgerð, at melda tað til politiið. Eg skuldi til avhoyring og fekk at vita, at eg hevði tikið røttu avgerð við, at melda tað. Myndir blivu tiknar av bláu merkjunum. Eg fór eisini til læknan, at máta merkini á hálsinum.

Tað gekk lang tíð, áðrenn nakað dato varð ásett í Føroya Rætti. Eg ringdi til tey og fekk at vita, at slík harðskapsmál, blivu tikin í størsta álvara og framum øll onnur mál, men soleiðis var ikki. Aftaná hálvt ára bíðitíð, fekk eg eitt dato í rættinum, 8. apríl 2021. Hetta var ein sera hugtung tíð. Tá dagurin kom, møttu vit upp í Føroya Rætti. Av tí, at eks-sjeikurin var útlendingur, varð neyðugt við einum tulki til hansara. Tulkurin ið varð umbiðin í Føroya Rætti, tosaði ikki móðirmálið hjá eks-sjeikinum. Sakin bleiv avlýst og vit máttu heim aftur at bíða. Tann 4. mai 2021 vórðu vit aftur innkallað. ENN einaferð, hevði Føroya Rættur umbiðið skeivan tulk og fóru vit ill, skuffað og kedd heim aftur. Langa bíðitíðin tóktist tyngri og tyngri. Tann 18. august 2021, vórðu vit innkallað fyri triðju ferð. Tá megnaðu tey, at finna ein góðkendan tulk til rættarsakina. Tá var sakin longu við at verða ov gomul. Vit vitnaðu og ivaðust ikki í, at Føroya Rættur hevði skilt álvarsligu støðuna. Myndir blivu vístar av kropsliga harðskapinum og vitnað varð eisini, um tann áhaldandi sálarliga harðskapin, sum eks-sjeikurin hevði framt móti mær, tá vit vóru í parlagi. Kropsligi harðskapurin var m.a., at hann tók kvalaratak um hálsin á mær, bæði upp ímóti veggi og eisini millum vegg og eina song, har eg lá í klemmu og ikki fekk gjørt mótstøðu. Hann gav mær blá merkir á armar og bein. Tann sálarligi harðskapurin hevði við sær, at hann manipuleraði, koyrdi meg niður sálarliga, var ekstremt øvundsjúkur, kontrolerandi og hevði rættiliga barnsligan atburð. Eg bleiv isolerað frá øllum, bæði vinfólki og familju og eg slapp ikki í býin uttan, at hann kom við. Hetta er bara ein brotpartur, av øllum sum er farið fram. Nógv av hesum bleiv vitnað í rættinum. Har vóru enntá myndir, ið svart uppá hvítt vístu kropsliga harðskapin, sum eg hevði verið fyri.

Aftaná rættarsakina, skuldi málið til Danmarkar til ummælis. Tann 21. oktobur 2021, varð málið latið rættinum. Tann 31. mars 2022 skuldi dómurin fella, men tað bleiv útsett til 7. apríl, tí eingin semja varð. Tann 7. apríl fall dómurin. Ákærdi fekk ongan dóm, skuldi hvørki inn at sita, ella bleiv útvístur úr landinum. Ákærin vildi, at hann skuldi inn at sita í tríggjar mánaðir og so útvísast, men tað tók dómarin ikki undir við. Tað einasta hann fekk, var 1 ára treytaðan dóm. Um hann onki revsivert ger, innan tíðin er farin, er hann ein fríur maður.

Eg kann so leggja aftrat, at eg kenni fólk, ið hava koyrt for skótt, sum hava fingið treytaðan dóm í 3 ár. Men at royna, at kvala eina unga gentu og fremja nógvan harðskap sálarliga, kropsliga og kynsliga í fleiri ár, verður ikki tikin í eins stóran álvara.

Hvar er virðingin fyri menniskjum og rættvísið frá Føroya Rætti? Hvussu nógv skal til fyri, at brot á revsilógina og harðskapsmál verða tikin í álvara? Hví skal bíðitíðin taka fleiri ár, áðrenn man sleppur framat í Føroya Rætti? Ein persónur sum longu hevur livað í harðskapi megnar nóg illa, at taka støðu til at melda eina slíka sak og so at bíða í so langa tíð aftrat, líkist ongum. Man hoyrir dagliga í útvarpinum um felagsskapin sum eitur ‘Sig frá’, har tey lýsa við, at um ein hevur verið fyri harðskapi, so skal man siga frá. Hvussu skal ein persónur tíma at siga frá, um onki verður gjørt við harðskapin, tá hann verður meldaður?

Tá snakkað verður um stoffir, ið verða smuglaði inn til landið, ja tá fær ein harðan straff, sum eitur 3-4 ára fongsulsrevsing, men tá tað kemur til menniskja rættindir, ja so sleppa øll at ganga frítt og lítlan og ongan dóm fáa.

Mítt endamál við hesum, var ikki at taka synd í mær ella at vísa samkenslu, men at bróta tøgnina um sera vánaligu viðurskiftini í Føroya Rætti og at varpa ljós á harðskapin. Um eg visti áðrenn, at støðan í Føroya Rætti var so ring, sum hon er, hevði eg nokk ongantíð meldað tað og tað er als ikki tann rætta kenslan, ein skal sita eftir við. Eg eri sera hørm um rættarskipanina í Føroyum, eg vóni at hetta fer at broytast í framtíðini. Ongantíð for skjótt!

Ein føroyskt kvinna á Facebook 23052022

Picture
Lýsingarprísir, vit síggjast.
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.