
Tey, sum ynskja, kunnu tó framhaldandi avgreiða mvg til vanliga tíð, bæði lata mvg-uppgerð inn, rinda mvg og fáa mvg afturborið.
Tað er bert freistin fyri 1. ársfjórðing, sum er útsett. Uppgerð og avrokning av mvg fyri 2. og 3. ársfjórðing skal gerast til vanligu freistirnar, sum í ár eru 24. august fyri 2. ársfjórðing og 10. november fyri 3. ársfjórðing.
NÝTIÐ VINNUGLUGGAN TIL AT AVGREIÐA MVG
Nú, ið alt samfelagið er ávirkað av koronasmittuni, heita vit á alla vinnuna um at nýta Vinnugluggan til at avgreiða viðurskifti síni við TAKS. 70% av øllum mvg-skrásettum nýta longu tænastuna til at avgreiða mvg, men best hevði verið, um hetta talið varð enn hægri.
Les um Vinnugluggan og hvussu tú fært atgongd á www.taks.fo/vinnugluggin.
Taks