Vit gleða okkum at njóta eina góða løtu saman við Guttormi og hansara nærmastu til hesa hátíðarløtu. Nú kann heiðurin, hann fekk fyri góðari viku síðani, endiliga latast til rætta eigaran, nú Gutti kemur heim til Føroya í kvøld.
Tiltakið, sum varar ein tíma ella so, byrjar við sangframførslu av 17 sangarum. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur nøkur orð, og tað sama gera umboð fyri Treysti og Frælsan Ítrótt Føroya.
Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi, the og okkurt afturvið.
Vónandi møta vit fjølment til hesa løtuna, so vit saman kunnu fegnast um alt sjálvboðið arbeiði sum verður gjørt í ítróttinum og hetta kvøldið fegnast vit ikki minst um tann partin, sum Guttorm hevur lagt og framvegis leggur eftir seg.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna