NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Minningarorð Gvøðbjørg West

3/9/2025

Comments

 
Picture
Góð minnir!

Gvøðbjørg fór um sýnina, alt varð kvirt, kalt, grátt, ræðandi og eisini kensluborið. Tann mennandi, gevandi, ríkandi og fyri meg kærleiksfulla kvinnan er vekk. Eg kann ikki ringja, eg kann ikki skriva og ei heldur kann eg fara at vitja. Tað kennist tómt. Eftir nógvan grát og eisini nætur uttan svøvn, ynski eg, at tú skal hava nøkur orð frá mær.

Alt tað - sum eg havi megnað, eigur tú æruna av.

Tú gav mær:
- Kærleika
- Empati
- Mótspæl
- Erligheit
- Virðing

Eg kundi nevnt so nógv annað.

Okkara samstarv var serstakt. Vit arbeiddu saman í nógv ár. Okkara ætlanir vóru nógvar. Ja, sera nógvar.

Eitt – sum vit brendu fyri, var at fáa eitt hús, har ið fólk við seinárinum av kynsligum ágangi, kundu koma og fáa vegleiðing og hjálp. Tað skuldi vera eitt hugnaligt "veristað". Og tað bleiv ein veruleiki. Fleiri vóru møguleikar, men tað bleiv til endans gamli bankabygningurin hjá Føroya Banka á Toftum. Hetta vóru vit báðar vóru sera ernar av. Tað varð arbeitt hart fyri at fáa bygningin kláran. Tað kuldi vera eitt hugnaligt og ”heitt” at koma inn. Tað var av stórum týdningi, at fólk skuldi kenna seg trygg og væl, tá ið tey komu inn. Tú var so ófør at gera okkara veristað hugnaligt. Menn okkara Olaf og Flemming, vinir og familja vóru eisini ófør at hjálpa okkum við at fáa húsið klárt.

Eg og fleiri onnur, ið liva við seinárinum av kynsligum ágangi, hava havt nógvar góðar og eisini stuttligar løtur saman við tær. Vit minnast títt lætta og stuttliga lindi. Tú var eisini ”perfektionist”. Og onkuntíð kundi tað verða strævið hjá okkum øðrum. Eisini hava vit veru uttanlandaferðir saman við tær. Tær vóru gevandi, góðar og festligar. Sjálvt um boðskapurin var álvarsamur.

Føroyar hevði verið fátakt uttan teg, Gvøðbjørg. Tú breyt upp um armar í ár 2000. Tú fór av tínum eintingum ígongd við at hjálpa fólki, sum høvdu tørv á hjálp orsakað av kynsligum ágangi.

Eg vildi so ynskt, at tú, Gvøðbjørg, fekk eitt stórt herðaklapp frá tí almenna, meðan tú var her á fold. Tað hevði tú so sanniliga uppiborið.

Eitt ótal av fólkum hava fingið hjálp frá tær ígjøgnum øll árini. Ongin ivi er um, at fleiri sita runt ymsastaðni á Føroyalandi og eru tær takksom.

Ein lítilátin kvinna var tú, men tá tað leikaði á, dugdi tú at reisa tínar fjarar - og soleiðis dámdi mær teg eisini best. Takk fyri alt!

Beinta M. Pedersen

Kris Føroyar

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.