Til minningarhaldið í Klaksvík verður tað Øssur Kjølbro, sóknarprestur, sum flytir fram røðu. Allahalgannahaldið verður sum vant í gamla kirkjugarði í Vágstúni 1. nov. kl. 15.00. Eisini luttekur Betesdakórið við sanginum 'Ver tú hjá mær'.
Eftir haldið verður boðið til drekkamunn í Betesda
-----------------------------
Á Syðradali flytir Sverri Steinhólm, prestur fram røðu við minnisvarðan fríggjadagin 01. november kl. 13.30. Kransar verða lagdir. SAM fer av Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50!
Bussur koyrir niðan til Syðradals kl. 13.20
-----------------------------
Í Svínoy verður tað Frímund Hansen, sum flytir fram røðu. Minnishaldið verður við minnisvarðan, ”Dropi í lívsins havi” allahalgannadag kl. 11.00 – og kransar verða lagdir. Jósup siglir av Hvannasundi kl. 08.45.
Klaksvíkar Kommuna