Onkrar umvælingar fara at vera gjørdar og so satsa vit upp á at lata dyrnar uppaftur tann 15. januar 2026, tá ið EM í hondbólti byrjar.
Hetta vikuskiftið fara vit at hyggja eftir landsliðsfótbólti, har bæði Føroyar og Danmark fara at leika.
Kroatia - Føroyar leika fríggjakvøldið klokkan 19:45 og vit hita upp frá klokkan 17:00 við Fimmara.
Leygardagin spæla Danmark - Hvítarusland kl. 19.45 og tá hita vit upp frá klokkan 18:00 eisini við Fimmara.
Vit takka fyri eitt fantastisk ár, har KÍ hevur átt sín lut í at Maverick Barr hevur kókað í spenningi og gleði ígjøgnum alt árið 2025.
Árið endaði við at Føroyameistarnir og Steypavinnarnir komu á gátt og vísti stoltir øll steypini fram, betur kundi tað ikki vera. Takk fyri KÍ.
Gleðilig jól og gott nýttár.
Símun á Høvdanum
RSS Feed