Barnafagnaðardagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum dagstovnarnir í norðoyggjum skipa fyri á hvørjum ári. Evnið á degnum í ár er málslig menning - eitt evni, sum hevur sera stóran týdning fyri heildarmenningina hjá børnum.
Hósdagin 29. oktober savnast dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu og norðoyggjum til barnafagnaðardag í Badmintonhøllini. Sjóneykan er á málsligari menning, og ymsu stovnarnir skipa hvør sær fyri ymiskum ítrivum á degnum.
Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari stendur fyri tiltakinum saman við stovnsleiðarunum, og hon er ikki í iva um, at tiltakið hevur stóran týdning fyri børnini á stovnunum. - Barnafagnaðurin er ein læruríkur og stuttligur máti hjá øllum børnunum í kommununi at koma saman og hava tað stuttligt samstundis við at tey læra, sigur Sigrun Vágstún, og leggur afturat: - Málsliga menningin hevur stóran týdning fyri børnini, tí teimum tørva málið fyri at samskifta, og hetta ávirkar sjálvandi eisini heildarmenningina hjá einstaka barninum, sigur Sigrun.
Barnaansingarsamkiparin arbeiðir í løtuni við at menna skránna saman við leiðarunum á dagstovnunum í kommununi. Skráin er tí ikki endalig enn, men arbeitt verður við at skipa fyri ymiskum spølum og venjingum, sum stimbra málsligu menningina á ymsan hátt.
Umframt dagstovnarnar taka Klaksvíkar bókasavn og Námsfrøðiliga ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu eisini lut í tiltakinum.
JáH (y) 14.10.2015
Kelda: Klaksvíkar Kommuna