Í dag hevur hann havt sín seinasta arbeiðsdag á sjúkrahúsinum. Tað skuldi onki hóvasták gerast burturúr, tí Magnus er ikki til alt hetta roksið við fráfaringarløtum, røðum og sangi. Tó kundu vit ikki lata tað fara heilt afturvið borðinum, so í gjár vóru køkur keyptar og starvsfólk á seingjardeildini høvdu yrkt nøkur vers.
Takk fyri tíðina, Magnus, og øll góðynskir til tín og tíni!
Klaksvíkar Sjúkrahús



RSS Feed