Tilmælið um seks daga heimauppihald hevur verið galdandi síðan í fjør summar. Men 5. mars gjørdi landsstýrið av at fara frá tilmælinum um seks daga heimauppihald fyri liðugt koppsett frá 1. apríl at rokna.
Hóast farið er frá tilmælinum um heimauppihald fyri liðugt koppsett, verður heitt á øll – eisini koppsett – um at halda onnur tilmæli um reinføri, frástøðu og annað.
Les galdandi tilmæli frá landsstýrinum her.
Løgmansskrivstovan