NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Leigulógin dagførd

26/4/2018

Comments

 
Billede
​Løgtingslóg um útleigan av bústøðum varð sett í gildi í 2010. Bert smávegis tillagingar eru gjørdar í lógini síðani tá, og tørvur hevur verið á ávísum tillagingum í leigulógini. Hesar vórðu samtyktar á seinasta degi Løgtingsins fyri summarsteðgin.

Umframt tekniskar broytingar og greiðari allýsingar, eru fleiri innihaldsligar broytingar gjørdar. 

M.a. at brunatrygd og brunaverja nú verða tikin í størri álvara. At eftirspurningurin eftir bústøðum er so ovurhonds stórur, og at lítlar og ongar treytir hava verið settar til leigubústaðir, hevur við sær, at standurin á leigubústøðum kann vera sera vánaligur, og í førum hættisligur.  Leigunevndin hevur víst á, at hon í sínum virki er komin fram á leigubústaðir, ið ikki lúka krøvini til brunatrygd og rýmingarleiðir. At hesi viðurskifti ikki eru í samsvari við reglur á økinum kann hava vanlukkuligar avleiðingar.

Krøv til bústaðir er kommunalt ábyrgdarøki. Við lógarbroytingini fáa kommunurnar heimild at gera skrá yvir leigubústaðir, ið lúka lógarásett krøv til bústað. Talan er í høvuðsheitum um reglur um brunatrygd og brunaverju. 1. januar 2017 kom nýggj byggireglugerð í gildi, ið eisini setir onnur krøv til bústað. Byggireglugerðin er tó bert galdandi fyri bústaðir, ið eru nýbygdir, umbygdir ella umvældir eftir 1. januar 2017.

Eisini fær leigunevndin heimild at taka mál upp av sínum eintingum, tá leigunevndin í sambandi við kærumál um onnur viðurskifti kemur eftir, at leigubústaðurin ikki lýkur lógarásett krøv til bústað.
“Eg fegnist um tær tillagingar sum nú eru gjørdar í leigulógini, sigur Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í bústaðamálum. Eg vóni, at kommunurnar taka heimildina at gera eina skrá yvir góðkendar leigubústaðir til sín. Ein tílík skrá vildi verið eitt týdningarmikið íkast til at fingið betur yvirlit yvir støðuna á leigumarknaðinum og eitt gott grundarlag fyri víðari arbeiðnum at fáa enn betri viðurskifti á leigumarknaðinum. Við einum neyvum yvirliti yvir standin á føroyskum leigubústøðum kundi eitt hóskandi næsta stig verið, at sett nøkur ítøkilig krøv til hvat vit meta kann leigast út til bústað.

Tað er týdningarmikið, at vit áhaldandi menna regluverkið kring leigumarknaðin og arbeiða fram ímóti enn betri og meira skipaðum viðurskiftum. Hesin parturin er serliga týdningarmikil, um fleiri privatir aktørar vilja bjóða seg fram at loysa bústaðaravbjóðingina í Føroyum”, sigur landsstýriskvinnan at enda.

​Kelda: Løgtingið
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.