Ein dómstólur í býnum Guanzhou staðfesti at fýra kinesiskar fyritøkur hava misbrúkt upphavsrættin hjá Lego og fleiri ferðir kopi'era teirra byggisett og minifigurar.
Teir hava eisini brotið lógina við at órættvíst framleitt byggiklossar av merkinum Lepin og skula tær smærri fyritøkurnar gjalda 4,3 milliónir krónir í endurgjald til Lego.
Lego hevur annars boða frá, at teir hava planir um at opna tvær stórar fyritøkur í Kina - eina í Shanghai og eina í Beijing.
JáH (y) 06.11.2018
Kelda: NTB