
Lærarin rann ímóti tí vápnaða næminginum og bleiv sjálvur raktur av fleiri skotum - áðrenn tað eydnaðist læraranum at fáa hendur í næminginum.
Tað fortelja fleiri næmingar, sum vóru til staðar í flokshølinum.
- Okkara fysiklærari rann beinavegin ímóti honum, tók pistól frá hansara hond og tacklaði hann, so at hann datt niður. Um tað ikki hevði verið fyri okkara lærara, so høvdu fleiri av okkum - uttan iva - verið rakt, segði 13 ára gamli Ethan Stonebraker, sum gongur í 8. flokki.
Lærarin Jason Seaman er í sjúkrahúsinum og verður behandlaður fyri hansara skotsár - og verður sagt, at hann er uttan fyri lívsvanda.
JáH (y) 26.05.2018