Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at støðan er álvarsom, tí kommunan hevur onga atgongd til sínar dátur. Arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi álopið er, men sannlíkt eru viðkvæmar upplýsingar komnar í skeivar hendur.
Serkøn fólk, sum hava royndir við tílíkum, arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, hvat er hent, og hvør avleiðingin verður. Samstarvað verður við bæði løgregluna, KT-Landsins og kt-veitarar. Fráboðan er somuleiðis send Dátueftirlitinum.
Borgarstjórin, sum eisini er stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, leggur afturat, at arbeiðsstøðan hjá umsitingini er nógv merkt av støðuni, men í høvuðsheitum virka flestu tænastuveitingar, bæði hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Klaksvíkar Kommuna