Saman við Norðoya Bú- og Heimatænasta luttekur kommunan á Jobmatch 29. desember 🙂
Sonja Thomsen er sivilverkfrøðingur við sergrein í býarskipan. Hon setti seg í samband við Klaksvíkar kommunu, tá ið hon skuldi skriva sína høvuðsuppgávu. Samstarv kom í lag millum Sonju og kommununa, og seinni varð Sonja sett í eitt verkætlanarstarv.
Í dag starvast Sonja sum byggi- og býarplanssamskipari í Klaksvíkar kommunu.
Vitja bás nr. 44 og 45 og fáa eitt gott prát við starvsfólk í Norðoya Bú- og Heimatænastu og Klaksvíkar kommunu. Vit vilja fegin hoyra frá tær 🙂
Til ber eisini at bíleggja eitt jobprát her:
https://www.jobmatch.fo/luttakarar/
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed