NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvík aftur uppi á 5000 borgarum

9/9/2016

Comments

 
Billede
​Fyri fyrstu ferð í næstan 30 ár eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvík, og fyrrapartin vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri Árna Brandsson Petersen, sum er borgari nummar 5000.

Árni B. Petersen og konan Karla fluttu herfyri til Klaksvíkar at búgva og tá ið Árni varð skrásettur sum búsitandi í Klaksvíkar kommunu, kom fólkatalið upp á 5000 fyri fyrstu ferð í nógv ár. Í hesum sambandi var borgarstjórin á vitjan á Skála, har Árni arbeiðir, fyri at hátíðarhalda, at fólkatalið í Klaksvík endiliga er komið uppum 5000 aftur. 

- Tað er stórsligið at kunna staðfesta, at vit nú eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvík, tí tað merkir, at fólkatalið endiliga er aftur á tí støðinum, sum vit hava ynskt í so nógv ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hann leggur dent á, at fólkavøkstur hevur havt stóra raðfesting í býráðnum seinastu mongu árini, og so eigur Norðoyatunnilin eisini sín lut í góðu gongdini. - Vit hava leingi virkað fyri fólkavøkstri, og seinastu tíðina hava vit ordiliga sæð, at hetta hevur kastað av sær og trivnaðurin er somuleiðis vorðin betri, tí fólkavøkstur merkir jú bæði menning og betri trivnað, so hetta er ein stórur dagur fyri Klaksvík. Árni er sjálvur eitt frálíkt dømi um, hvussu góðan mun Norðoyatunnilin eisini ger, tí hann býr jú í Klaksvík og arbeiðir á Skála, og tað ber so væl til í dag, sigur borgarstjórin.

Í 1988 var seinast hátíðarhildið, at tað vóru 5000 borgarar í Klaksvík, men í árunum frá 1988 til 2009 minkaði fólkatalið støðugt. Í 2010 varð so ein vakstrarætlan sett í verk fyri at skapa fólkavøkstur og síðan tá hevur gingið rætta vegin aftur. Og fyri fáum døgum síðan var so borgari nummar 5000 skrásettur í fólkayvirlitinum. Sjálvur visti Árni B. Petersen ikki av, at júst hansara tilflyting flutti fólkatalið í býnum upp á 5000. 

- Eg havi búð bæði í Danmark og í Havn seinastu árini, ímeðan eg havi verið undir útbúgving, men í summar gjørdi konan og eg av at flyta til Klaksvíkar, og higartil er tað ein avgerð, sum vit eru sera glað fyri, sigur Árni. Hann er sjálvur glaður fyri at vera partur av vaksandi fólkatalinum í Klaksvík. - Tað er stuttligt at kunna flyta heim við konuni, og vónandi kunnu vit eisini seta børn til og harvið økja enn meira um fólkatalið í Klaksvík, so eg eri glaður fyri at vera partur av góðu gongdini, sigur Árni B. Petersen. 

Borgarstjórin vitjaði Árna á arbeiðsplássinum á Skála í morgun og handaði honum ein málning, sum Edward Fuglø hevur málað til høvið.

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.