Teir hava 130 tons, helvtin longa, rest væl blanda við toski, hýsi og brosmu.
Teir byrjaði túr tann 09. august.
Skipari hendan túrin var Líggjas Johannesen.
Landa verður til NFCS og teir byrjaði beinanvegin at landa og væntandi fer Klakkur túr aftur, tá ið teir eru lidnir at landa.
Her nakrar myndir tiknar í morgun, tá ið teir komu aftur til Klaksvíkar.
SáH