Sum vanligt so blivu nógv neyðbluss brend av og tá ið tað nærkaðist stórukaj, so blivu rakettir sendar upp.
Nógv fólk vóru á kajuni og tiku ímóti jólamonnunum. Jógvan Skorheim borgmeistari helt røðu og í ár fekk Aslaug í Norðnastovu, sum er búsitandi í Mikladali, ársins rósu.
Jólamennirnir vóru í hopla og Danny & The Veetos spældi.
Ein sera góð løta og nú kunnu jólini gott byrja.
Vit ynskja Aslaug í Norðnastovu tillukku við ársins rósu.
SáH