NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Í Seks Ár Hava Bústaðir Bygt Fimm Vanligar Íbúðir Í Klaksvík Um Árið!

7/7/2020

Comments

 
Billede
Bústaðir varð sett í verðina í 2014 og fekk eina hálva milliard í vøggugávu og hevur havt ca. 6 ár til at byggja bústaðir kring landið, men enn hevur Bústaðir bara bygt 30 vanligar íbúðir í næst størsta býnum í landinum, sum er alt ov lítið. Tí biði eg landspolitikararnar gloyma Bústaðir og heldur geva kommununum heimildina at byggja bústaðir til sínar borgarar – uttan aldursmark.

Tá ein lesur almenna svarið, sum stjórin á Bústøðum gevur undirritaðu, fær ein tíverri fatan av einum stjóra, sum er meir upptikin av at sitera og møguliga at útstilla míni politisku sjónarmið enn at vísa á ítøkilig avrik í m.a. Klaksvíkar kommunu, sum tíverri eru sera fá.

Manipulerar við tølum
Í svari sínum roynir stjórin enntá at manipulera við tølunum fyri landafrøðiliga býtið av íbúðunum hjá Bústøðum fyri at fáa tey at síggja minni sentralistisk út, enn veruleikin er.
Eitt nú førir stjórin fram, at eitt stórt tal av íbúðunum hjá Bústøðum í Havn ikki skulu teljast við, tí hesar vórðu bygdar, áðrenn Bústaðir var til, og Bústaðir hevur sostatt tikið hesar yvir frá øðrum, men samstundis gloymir hann elegant at upplýsa fyri óvitandi lesaranum, at um sama uppteljingarháttur skal brúkast í Klaksvík, so vóru tær 24 ibúðirnar undir Kráarbrekku sanniliga eisini bygdar eini 15 ár, áðrenn Bústaðir var til.

Kortini himprast stjórin ikki við at telja íbúðirnar undir Kráarbrekku í Klaksvík við í statistikkin yvir íbúðir, sum hann hevur bygt í Klaksvík! Hetta er ódámligt.

Bústaðir hava gjørt tvær byggingar í Klaksvík í seks ár:

Bústaðir fevnir heilt vist um nógv dugnalig starvsfólk, men um vit skera inn á bein, so hevur hesin almenni stovnur í síni livitíð frá 2014 til 2020 avrikað hesar íbúðabyggingar í Klaksvík:
30 vanligar íbúðir við Biskupstorg eru bygdar við sera nógvari hjálp og luttøku frá Klaksvíkar býráð.
8 íbúðir til serligan tørv við Heygavegin/Kráargøtu, sum Almannamálaráðið gav Bústøðum boð um at byggja, og har Klaksvíkar kommuna útvegaði grundstykkið ókeypis.
​
Tá ein landsstovnur hevur avrikað so lítið í næst størsta býnum í landinum í seks ár, so skilji eg ikki, at nakar kann seta sítt álit á, at hesin stovnurin nú brádliga skal gerast tann einasta sáliggerandi loysnin fyri íbúðaneyðina í Klaksvíkar kommunu, sum er sera stór.

Tað eigur eisini at siga seg sjálvt, at ein landsstovnur í Havn, undir leiðslu av einum stjóra og trimum stýrislimum, ongan møguleika kann hava at loysa ein landsumfatandi bústaðatrupulleika líka so væl sum 29 kommunustýri hava við hópin av lokalkendum fólkavaldum kommunustýrislimum og í fleiri førum væl mannaðum umsitingum, ið betur enn nakar kenna umstøður og tørv kring land okkara.
Fáa kommunurnar ikki hesa heimildina, fara okkara borgarar, sum mangla tak yvir høvdið, framhaldandi at verða offur fyri eini skipan, har tað ikki umgongst, at Bústaðir verður ein fløskuhálsur, tí ein einsamallur stovnur kann ikki klára eina so stóra arbeiðsbyrðu, og har kommunurnar onga heimild hava at hjálpa hesum neyðstøddu fólkum.

Eg fari tí at endurtaka mín høvuðsboðskap til landspolitikararnar:

* Gevið kommununum fulla ábyrgd og heimild at byggja bústaðir til sínar borgarar uttan aldursavmarkingar
* Gevið kommununum heimild til at fremja hesar bústaðabyggingar í samstarvi við privatar aktørar
* Latið kommunurnar fáa eina eyka lánikvotu til hetta endamál – evt. eina hálva álíkning afturat verandi lániheimild, sum er eina álíkning
* Latið landið hava eftirlitið við kommununum á hesum øki á sama hátt, sum tað ger á øllum øðrum kommunalum økjum

Landið kann varðveita Bústaðir sum stovn, men einans til bygging av bústøðum til serligan tørv, og tá skal tað vera politiski myndugleikin, sum ger av, hvørjar verkætlanir verða framdar, og hvar í landinum hesar verða staðsettar.

Mikladalur, 6. juli 2020

Herfrí Sørensen
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klakvsíkar býráð

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.