Á bonkinum stendur: “Visti tú, at demenssjúkur stava frá heilasjúku og ikki frá elli? Latið okkum í felag menna eina demensvinarligar Føroyar!” Bonkurin stendur sjónliga fyri almenninginum, og skal bjóða fólki seta seg niður og taka eitt prát og minnast løturnar.
Týsdagin 24. September kl. 19.00 skipar Alzheimerfelagið fyri áhugaverdum tiltaki í Varpinum, við Mette Søndergaard. Evnið er: „Hvussu skapa vit ein góðan gerandisdag fyri fólk við demenssjúku?“. Atgongumerki á 100 kr. kann keypast HER.
Klaksvíkar Kommuna