Umframt ítróttafelagsskapir, er ein ørgrynna av øðrum frítíðarvirksemi.
Í samband við kommunuætlanina, sum Klaksvíkar býráð hevur samtykt at farast skal undir, so er ein liður í arbeiðinum at finna útav, hvørji frítíðartilboð eru til borgarar í býnum. Bæði til børn og vaksin.
Vit vilja fegin hoyra um øll tey fjølbroyttu frítíðartilboðini, sum eru í kommununi. Alt frá skótavirksemi, føroyskum dansi til andalig frítíðartilboð.
Um tú umboðar ein sjálvbodnan frítíðarfelagsskap ella annað frítíðarvirksemið, sum er opið fyri almenninginum, lat okkum so endiliga frætta.
Send boð til [email protected] Upplýs navnið á frítíðarfelagsskapinum, og gev okkum navn og telefonummar hjá einum ábyrgdarfólki.
Les nærri um endamálið við kommunuætlanini her: Tíðindaskriv um kommunuætlanina
Send boð til [email protected] Upplýs navnið á frítíðarfelagsskapinum, og gev okkum navn og telefonummar hjá einum ábyrgdarfólki.
Yvirlit: Ítróttafelagsskapir í Klaksvíkar kommumu
Klaksvíkar Kommuna