NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Húsaprísurin hækkaði 13% í 2025

22/1/2026

Comments

 
Picture
Tíðindi

Prísurin á bústøðum í Føroyum hækkaði við 13% í 2025. Til samanberingar var vøksturin 1% í 2024 og 4% í 2023.

Bústaðarprísurin hækkaði kring alt landið, og 2025 var áttanda árið á rað, at prísurin á bústøðum hækkaði. Í 2018 lækkaði miðalprísurin við 5%.

Stórur vøkstur í Havn og smærri býunum


Hyggja vit eftir høvuðsstaðnum og teim smærri býnum/storu bygdunum, so síggja vit ein sethúsaprísvøkstur á ávikavist 14% og 12%. Í krónum og oyrum er talan um ein miðalprís á ávikavist 4,4 mió. kr. og  2,6 mió. kr. Tá eru íbúðir ikki roknaðar við, men bert sethús.

Prísurin á íbúðum í Havn vaks við 2% í 2025. Orsøkin til lutfalsliga lágu hækkingina í íbúðarprísinum er millum annað, at fleiri smáar íbúðir vórðu seldar í fjør sammett við onnur ár, og hetta ávirkaði samlaða prísin á íbúðum, tó so hevur hetta verið við til at økja um fermetraprísin, sum var methøgur í farna ári. Miðalfermetraprísurin fyri íbúður í Havn var 41.404 kr. Til samanberingar var fermetrarprísurin á sethúsum í Havn 30.532 og 18.962 kr í teim smærru býunum/størri bygdunum. Fermetrarprísurin á íbúðum í Havn hækkaði 17% í 2025.

Eisini framgongd í smærru bygdunum


Hyggja vit eftir bústaðarprísinum í teim smærri bygdunum, síggja vit eisini ein vøkstur. Prísurin vaks við 4%. Húsini í Suðuroy og Sandoy verða bólkað fyri seg, og har var vøksturin 29%. Orsøkin til lutfalsliga høga prísvøksturin har er, at talið á seldum bústøðum er lutfalsliga lágt, og tí síggjast størri sveiggj í prísbroytingunum í Suðuroy-Sandoy.

Væntanirnar fyri 2026

Umframt prísvøksturin er talið á seldum ognum eisini hækkað í 2025. Síðani 2019 vórðu flest ognir seldar í fjør, og hyggja vit eftir útlitunum fyri 2026 eru tey sum heild góð.


«Í 2025 hava vit sæð eina gongd við meiri ferð á søluni,  styttri liggitíð og vaksandi útboði. Hetta hevur tó ikki havt við sær, at prísstøðið er flatnað, og eftir mínum tykki er hetta eitt greitt tekin um, at tørvur er á fleiri bústaðareindum – bæði til at eiga og til at leiga. Tó skal sigast, at hetta eisini er nakað, ið fleiri aktørar hava tikið til sín, og í løtuni eru fleiri ætlanir í gongd um at byggja størri íbúðar og raðhúsaverkætlanir, sum vónandi fer at geva fleiri møguleika antin at ogna sær ein bústað ella finna ein bústað at leiga. Vit vænta, at gongdin við vaksandi prísum fer at halda fram í 2026, og mett verður, at ein prísvøkstur á nøkur fá prosentstig helst er á góðari leið», sigur Petur Mohr Niclasen.  

Skyn


Picture
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.