Eitt sindur um Sonnu Dahl (1915–2011): Hon var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslu, sjúkrahúskervi og tøkni.
Hetta stóð skrivað í Norðlýsinum um Sonnu: Hon var sett sum hjálparlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, men skuldi eisini hjálpa læknanum Vagn Stæremose, sum røkti alt læknaarbeiðið í Norðuroyggjum og eystara parti av Eysturoynni. Sanna var tí ofta úti á bygdunum við doktarabátinum Medicus bæði í góðum veðri, men so sanniliga eisini í ringum veðri.
Bók er júst komin út um Sannu Dahl, ið feðgarnir Martin og Flóvin Tór Næs hava skrivað.
Stutt andakt verður við Hanus á Gørðum, og ein góður drekkamunnur verður at fáa.
COZY MOMENT ON FRIDAY 12TH OF JANUARY AT 3 PM
On Friday, 12th of January at 3 pm, we have a cozy moment in the Christianschurch's basement. The granddaugthers of Sanna Dahl - Gunnhild and Sanna - , will tell about the radiologist Sanna Dahl's profession and her life.
About Sanna Dahl (1915-2011): She was one of the first women to take medical training. Her life story is in many ways a present of the delopment of Faroese society the last hundred years, when it comes to culture, gender pattern, education, communication, hospital service and technology.
This was written in the newspaper "Norðlýsið" about Sanna: She was employed as an resident on the Klaksvik Hospital, but also to help the doctor, Vagn Stæremose, who took care of all medical practice in the Northern Islands as well in the eastern part of the Eastern Island. Therefore Sanna often was out in the small settlements with the doctorboat Medicus in good weather as well in bad weather.
A book just came out about Sanna Dahl, that Martin and Flóvin Tór Næs has written.
Hanus á Gørðum will have a short devotion, and coffee, tea and cakes will be served.
Christianskirkjan
RSS Feed