Mong av teimum eldru minnast gomlu kirkju, har seinasta gudstænastan varð hildin 30.juni 1963, eina viku áðrenn Christianskirkjan varð vígd. Útvarp Føroya eigur upptøku av síðstu gudstænastuni í gomlu kirkju, har fleiri prestar hava orðið. Á hugnaløtuni hesaferð fara vit at lurta eftir Johan Nielsen, presti, ið millum annað talar um tann týdning, sum bygdarkirkjan hevur. (Í fjør varð lurtað eftir upptøku av síðstu prædikuni hjá Johan Nielsen í Christianskirkjuni eitt gott ár seinni . )
Til inngangs verða lisin smá brot úr søguni um gomlu kirkju, og einstakir lutir úr kirkjuni standa frammi. Sum vant verður eisini sálmasangur, drekkamuður og andakt.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hugnaløtuna í kirkjukjallaranum.
Christianskirkjan
RSS Feed