Goðafoss er bygt í Danmark í 1995. Skipið er 166 metrar langt og 29 metrar breitt. Skipið er 14700 bruttotons til støddar og lastar 1457 TEU. Goðafoss er saman við Dettifoss flótandi stoltleikin hjá #Eimskip samtakinum, og somuleiðis størstu bingjuskipini í fastari rutu í norður atlantsthavi.
Tað er sp/f Goðafoss Line, sum eigur skipið, og felagið er eitt dótturfelag hjá Faroe Ship. Stjóri í felagnum er Bogi P. Nielsen.
Í næstum verða eisini Dettifoss og Lagarfoss skrásett í føroysku alltjóða skipaskrásetingini.
Kelda: Faroe Ship