Íkvøld verður hann heilið 1,3 millión og tað er met, gamla metið var 1.250.000,00 kr., men tað er nú fleiri ár síðani, at tað metið bleiv sligið.
Tað vera nógv fólk, sum fara at leika Gekk íkvøld og sigast skal, at tað er stórur spenningur í Føroya fólki, hvør verður tann hepni vinnarin, sum sleppur at snara hjólinum og hava møguleikan at vinna heilið 1.3 milliónir.
Væntandi vera tað omanfyri 30.000 seðlar seldir, men man tann sølan ikki eisini fara at sláa met íkvøld.
SáH