Trý teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann fjórði persónurin býr í Føroyum. Tað er í løtuni óvist, hvussu viðkomandi er blivin smittaður. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 828 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 193.753 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 571 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 530 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið