
Øll við áhuga fyri at vera á norðoyastevnuskránni eru vælkomin á kunnandi fund um skránna í Býráðshøllini í Klaksvík, týsdagin 8. mai 2018 kl. 17.
Gott hevði verið, um tit kundu sagt frá, hvat tit hava á skrá hesa norðoyastevnuna. Eisini ber til seta ein tíðindastubba ella grein um tiltakið í Norðoyastevnublaðið.
Lættasti og skjótasti háttur at boða frá tiltaki til skránna er at fylla út oyðiblaðið á www.klaksvik.fo/tiltok-a-skra.
Best er at boða frá tiltøkum í so góðari tíð sum gjørligt, og seinasta freist at senda inn tilfar til skránna er mikudagin 23. mai.
Vinaliga – og við ynskjum um eina góða norðoyastevnu.
Mentanardeildin og NFÍ