(tad er millum lítið og ongin toskur at fáa t.d her í Leirvíksfirði, ímun til fyrr, skrivar onkur her)
Tað er hetta eg ikki skilji. Og tað viðgangi eg blankt.
Og nú ein av teimum góðu útróðrarmonnunum er her, hugsi eg at nýta høvi at seta nakrar spurningar
1 hvussu er fiskuri fyri?
2 hvussu var fiskurin fyri á bankanum?
3 tá tit royndu á bankanum. Brúktu tit agn ella beitir tá tit snellaðu?
Eg velji at deila svarið við tykkum øll, tí eg haldi hetta er eitt sera vidkomandi evnið í løtuni.
Ja tað er tí, at hasi tonsini vera roknadi við øllum flotanum! tvs um ein fer langt út á landgrunnin um summari tað er út á eini 15-18 fj, ella longur út, so er ofta fiskur sum longa og brosma og hýsa at fáa har, og vanligt ikki nógv at toski har úti. Tì har er man oftast um summari, og um summari er slett ikki vanligt at fiska tosk við húkið!
Og hyggur tú eftir hvussu nógv flotin er minkaður, eg meini vit hava bara Kvikk og Núpur sum eru fersk fiska líniskip í dag. Og teir vera eisini roknaðir uppí hattar rokni stykki. tvs høvdu vit haft øll hini skipini sum vóru fyri fleiri árðum síðan, so kom eisini meir toskur uppá land.
Um man skal rokna hattar rætt, so er tað einasta rætta, at rokna hvussu nógvur toskur kemur uppá land, pr húk.
1. Fiskurin er serstakliga væl í holdum. Bæði hýsan og toskurin hava ein k faktor yvir tað normala. Fiskurin er heilt væl fyri.
2. Vit gjørdu royndir á Føroya banka í 2021 fyri Havstovuna, har var óhugnaliga nógvur fiskur til av øllum. men eitt var sermerkt: tað var, at vit fingu ongan tosk! tildømis ein túrur uppá 15000 pund, har fingu vit bert 7 toskar, og teir vóru simpulten so rak og ljótir! Men eg skilti einki av hesum, tí eg sá at í ekkoloddinum har var rein toska skrift tá ið man kom inn á 65 favnar uppá 52 favnar. vit prøvadu í øllum sjóvarføllum og í lýsing og upp undir myrkur og alt sum kundi hugsast. við feskari gággu - við sild- makrel og høgguslokk, men úrslitið var tað sama hvørja fer!
Hví munda hetta vera soleiðis? Meiningarnar vóru ymiskar, men tað sum bleiv konkludera, var at eingin toskur var til har úti. !! Har var eg als ikki samdur.
og tað skal eg siga tær hví! Vit fóru á 55 favnar og fram við kantinum á tí grunna, har toskurin eigur at vera og trívast. Men hvat fingu vit har? jú vit fingu skít etandi fult av yvir vaksnari longu og havtasku, longan var full í nebbasild føðin sum toskurin skuldi liva av, var onkursvegna endaður í longuni. Og hýsan var full í nebbasild eisini. Við øðrum orðum, at bankin hevur verið so leingi friðaður, at onnur fiskasløg høvdu yvirtikið bankan, og har var bara ikki nokk føði til toskin.
Eg segði so mína meining og vit lótu papír inn til havstovuna. Eg mælti staðiliga til, at man mátti prøva at opna bankan aftur varðisliga og fáa fiska nakað av tí grunna fyri at toskurin kundi koma fyri seg aftur.
Og so í 2022 opnaði Fø bankin aftur. Og allir rokaðust og fiskurin var tó ikki líka væl fyri, sum í 2021. Men tað sigur seg sjálvt, har var simpulten so nógv til, at tað var als ikki nokk av føði til allan fiskin. Men toskur var eingin at fáa!
MEEEEN, nú í 2023 nú kemur tað sum er óhugnaligt og prógvar mína teori!
Bankin opnaði seint í ár, ikki fyri enn í Juni fara teir fyrstu út at fiska.
Og hvat hendur? Teir fyrstu túrarnar fáa bátarnir upp undir lúkurnar av hýsu og hon var simpulten so ljót og rak.. Og tað var alt hýsa 1 skal eg siga afturat.!!
Keyparnir í Englandi krimpaðu tærnar tá ið tær fingu hana, og vóru dømir um, at teir annuleraðu keypini frá teimum Føroysku seljaranum.!! Hýsan doyr spakuliga í hungri. Men samstundis sum hetta hendi, so byrjaðu vit allir at fáa smekk fult av toski frá August til Sep. Tá eg sigi smekkfult tá meini eg, av einum túrið við línu var 2/3 toskur. Og hann var alt alt ov rak og ljótur! minti eitt sindur um toskin sum doyði í hungri ímillum oyggjarnar í 2019.. so er spurningurin, hvar hevur hesin toskurin verið?? Sandshavið fekk tann eina dagin 19 tons, av avhøvdaðum.. UPPÀ EIN DAG..... Men toskurin hevur slett ikki verið á Føroya Banka um tú spyrt Havstovuna.
Og samstundis siga teir, at hann ferðast ikki av bankanum til aðrar leiðir..
Men hvat passar og hvat passar ikki???
Kann tað hugsast, at hann allatíð hevur verið har, men doyr í hungri so við og við, tí onnur fiskasløg taka føðina hjá honum sum hann skal liva av. Tí man hevur behandla Fø Bankan sum eitt akvarium í so nógv ár.
Tú kanst ímynda tær hvat hevði hent, um tú koyrdi 4 ær og ein veðr inn í eitt stykki at passa seg sjálvi frá 2008 til 2022.
Hvussu heldur tú tað hevði sæð út? Heldur tú seyðurin bara vaks og vaks og bleiv fleiri í talið?
Eitt langt svar til spr 2
3.
Vit brúktu bæði línu og snellu.
Snelluna brúktu vit einans beitir og toskurin sum vit fingu við snelluni var væl betur fyri, hann var blankari og feitari og hevði hvassar tenn, og fullur í nebbasild.
Nógv týddi uppá at tann toskurin svam uppi í sjónum og tí var hann eisini tað betri fyri.
Eg haldi við mínum fullum vitið, at tað er nokk av toski til her á innaru leiðum. Eg veit tølini ikki eru tey somu sum fyrr: Men vit muga also fáa fakta uppá pláss, tað er umleið 60 procent av somu roynd nú sum tað var fyrr, og tí klára vit aaaaaaaaldrin at koma uppá hasi tølini sum vit hava sæð, óðansæð hvussu leingi vit steingja og friða! Tak Føroya bankan sum dømið nú, og læt okkum heldur læra av tí feiliðnum sum er farin fram har og ikki gera tann sama feilin nú inni á landgrunninum.
Eg havi hugt eftir hasum grafinum hjá Eivind Jacobsen, og hann samsvarar ótrúliga væl tí sum vit allir sum hava roynt her við oyggjarnar út á 12 fj eisini halda!
Tú ert vælkomin at ringja 265415, um tú vilt hava meir at vita.
Alt tað besta.
B.H Andru Poulsen UTTAN nakra Phd ritgerð.
Andru Poulsen
RSS Feed