NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ferðsluljós setast upp í Norðoyggjum

24/9/2015

Comments

 
Picture
Ferðsluljós setast upp í Norðoyggjum
TUNNILSTRYGD: Seinastu tíðina hevur av og á verið frammi, at trupulleikar hava verið við ferðslutøppum í tunlunum Norður um Fjall. Fólk kenna seg ótrygg, og tað tekur lutfalsliga langa tíð at fáa ferðsluna í vanliga legu aftur. Landsverk fer tí at seta upp ferðsluljós, so ferðslan fer at ganga betri, og ferðslutøpparnir fara at minka ella heilt umgangast.

Tað er eingin loyna, at tunlarnir Norður um Fjall ikki eru tíðarhóskandi til ta stóru ferðsluna, sum er í teimum í dag. Seinastu tíðina hevur eisini verið meira virksemi enn vanligt norðanfyri, og hetta hevur sjálvandi elvt til meira tunga ferðslu í tunlunum. Sum vera man hevur hetta týðandi ávirkan á, hvussu ferðslan gongur. 

Landsverk fer nú at leggja ein ferðsluteljara út við tunlarnar fyri at  kanna ferðsluna nærri og fáa til vega fleiri dátur um ferðsluna. Somuleiðis fyri at tryggja, at stór akfør ikki møtast í tunlunum, ber til at seta eina sonevnda intelligenta ferðslustýring við ferðsluljósum upp á staðnum. Talan verður um eina ferðslustýring til fyrst og fremst tunga ferðslu.  

Afturat hesum kannar Landsverk í løtuni, um til ber at víðka tunlarnar. Stóra avbjóðingin verður serliga at fáa ferðsluna at koyra, meðan arbeitt verður, og hetta ger, at tílíkar verkætlanir verða dýrar. Í Noregi hava tey royndir  við at víðka tunlar, og Landsverk hevur tí heitt á ein ráðgeva við hesum royndum at gera eina meting av, hvussu tunlarnir Norður um Fjall kundu verða víðkaðir, og hvussu arbeiðið  kann skipast. Eitt slíkt skitsuprosjekt og kostnaðarmeting fyriliggur um ein mánaða ella so. Annars fyriliggur eitt prosjekt til at byggja nýggjar tunlar Norður um Fjall, á leið har verandi tunlar liggja.

Samanumtikið kann sigast, at meðan bíðað verður eftir, at nýggir tunlar verða bygdir – ella verandi tunlar víðkaðir – má arbeiðast soleiðis, at ferðslan gongur so væl sum tilber, og trygt er at ferðast í tunlunum. Tí verða rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp, umframt at tilbúgvingarætlan er gjørd. 

Kostnaðurin á ferðslustýringini liggur leysliga mett millum hálva og eina mió. krónur. Nú í september verður ferðsluteljari settur upp, og farið verður somuleiðis undir at gera eitt ferðslustýringsprosjekt. Fyrst í september varð farið undir at gera skitsuprosjekt fyri víðkan av tunlunum.

Íløgan í ferðslustýringina verður gjørd sum ein partur av áhaldandi ferðslutrygdartiltøkunum hjá Landsverki, og miðað verður eftir at fremja ætlanina í hesum árinum.

Comments
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.