Viku aftaná viku hoyrdi vit hann, at tað skuldi fáa avleiðingar fyri ávísar Landsstýrismenn/kvinnur um ymiskt mál ígjøgnum alla tingsetuna og um onkur segði ella gjørdi nakað skeivt, men nú er lítið um lort og ígjár hevði hann mestsum hug at sleppa sær á dyr.
Hetta skrivar Fólkaflokkurin á heimasíðu sínu:
HVAT GER HØGNI HOYDAL NÚ? HANN LOVAÐI, AT UM NAKAÐ SKEIVT VARÐ GJØRT Í LANDSSTÝRINUM, FÓR TAÐ AT FÁA AVLEIÐINGAR BEINANVEGIN - HYGG BARA HER!
Er tað eisini galdandi fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og umhvørvismálum? Ella vóru tað bara føgur orð, sum formaðurin í tjóðveldi (mis)nýtti, fyri at villeiða veljaran á veg til valdi?
Spennandi at vita hvat Høgni Hoydal gerð í hesum málinum ella er hann ein orðloysingur? Livst so spyrst.
Her filmsklipp av Høgna Hoydal, har hann ferð aftaná ferð sigur: "at tað fær avleiðingar beinanvegin", sjá niðanfyri:
SáH