Uppskotið til broytingina snúði seg um at stovna nýggjan miðstaðar- og bústaðarøkispart, nevndur E6. Nýggi økisparturin er uml. 2600 m2 til støddar. Stovnanin av nýggja økispartinum hevur við sær eina minking av C2. Somuleiðis er ein regulering í økismarkinum millum C2 og A10 sambært verandi nýtslu av økinum. Økisásetingarnir í A10 og C2 eru ikki broyttir.
Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til ummælis og mælir til at góðkenna byggisamtyktina. Umhvørvismálaráðið hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini góðkent broytingina í byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu.
Byggisamtyktin sæst her: Galdandi byggisamtykt
* Býarskipanarlógin: Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025.
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed