Tá sløkkiliðið kom á staðið, funnu teir ein mann liggjandi á gólvinum við køkin og lukkutíð fingu teir hann út.
Tað gekk gott við at sløkkja eldin og maðurin bleiv í skundi koyrdir á Klaksvíkar Sjúkrahús og síðani til Landssjúkrahúsið. Hann er illa brendur.
Støðan var hættislig, men frættist frá einum sløkkiliðsmanni, sum hevði brandvakt í nátt, at teir í sjúkrahúsbilinum høvdu fingið samband við mannin áveg til Havnar og høvdu tosað eitt sindur við hann. Hvat støðan hjá honum er ímorgun, vita vit ikki.
Hevði sløkkiliðið í Klaksvíki ikki verið so skjótt á staðnum, so var ongin ivi, at so var maðurin deyður ídag, segði sløkkiliðsmaðurin.
SáH