Í 2024 bað kommunan ráðgevarafyritøkuna, Ráð, um at koma við eini meting av ætlanini um at einsrættað hesar báðar gøturnar, og tað er við støði í hesum metingum, at hendan avgerðin er tikin.
Hendan ætlanin hevur verið uppá tal í rúma tíð, og á sumrið 2024 var hetta eisini roynt, tá ið hesir vegir vóru einsrættaðir í samband við vegarbeiðið á Stangavegnum.
Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og sum býráðið hevur sett pening av til í ár, nevnliga at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð.
Neyðug skelti eru sett upp, og broytingarnar koma í gildi frá mikudegnum (26. feb.) at rokna.
Klaksvíkar Kommuna
Her filmsklipp fyri 4 árum síðani, so seint arbeiðir okkara Býráð, nú verður tað roynt, men tað hevur verið roynt í seinastu setu, tá ið Stangarvegurin bleiv gjørdir omanfyri Kjølbro Heilsølu, sjá her:
RSS Feed