Mælt verður frá allari óneyðugari koyring. Kortini mugu dialysusjúklingar til Havnar til dialysuviðgerð. Tað er neyðugt. Lívsneyðugt. Eisini í útideyðaveðri og undantaksstøðu.
Nýrafelagið heitir staðiliga á heilsumyndugleikarnar, um at etablera dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi sum skjótast. Her mugu avvarandi mynduleikar standa saman, um at veita sjúklingunum ta neyðugu trygdina.
Nú er nóg mikið tosað og kannað. Nú má okkurt henda. Um illa vil til, so kann hetta drálið kosta fleiri mannalív, og hvør vil tað?