Tað hevur altíð verið ein "lappaloysn" hjá Landinum viðvíkjandi Byrgingini og ongantíð hava tey bundið um heila fingur, tá ið prátið er um júst tað sama. Her verður, sum við so nógvum øðrum tingum, einans skúgva til viks, so at Landið kann fara í holt við enn dýrari projektir, har mong av teimim eru so veruleikafjar - at ein øtast yvir, hvussu peningur Landið fær, verður spiltur vekk og teir trupuleikar sum verandi tunnlar og byrgingar hava - vera skúgvaðir til viks.
Eg skrivaði eisini til Landsverk um Byrgingina (ella Deyðsfelluna, sum eg plagi at kallað hana):
Nær er Landsverk at taka byrgingina yvirum til Haraldssund í álvara og gera nakað við hana ..? Undirritaði veit, at projekteringin kostar 35 milliónir krónir - men er tað veruliga so livandi galið, at Landið hugsar meiri um pening enn um lív ..?
- Landsverk hevur í fleiri ár mælt til, at byrgingin verður dagførd beinanvegin, men enn hevur játtan ikki verið á fíggjarlógini til endamálið. Projekt fyri liðugtgerð av byrgingini varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, og arbeiðið er klárt at bjóða út, tá játtan fyriliggur. Verkætlanin kostar 35 mió kr, sum tú eisini nevnir.
Teir valdu, sum sita í Tinginum í Havn - hava sikkurt onnur ting at hugsað um - enn mannalív úr Kunoynni. Tað eru altíð tey múgvandi ríku, sum fáa sín vilja á Tingsins gátt - ímeðan tey smærru einans vera traðkaði á. Eg haldi, at tað er undir alt lágmark, at tey valdu ikki eisini seta pening til síðis, so at verandi tunnlar og byrgingar fáa gjørdir soleiðis, at tað skal vera trygt og gott at ferðast um teir. Teir stóru poliktikarnir hava gloymt, at eisini tær smærru stemmurnar telja, tá ið á stendur - og mín vón er so tann, at onkur av teim stóru vaknað og gera okkurt við teir "smærru" trupuleikarnir.
JáH (y) 09.01.2018