Rættargangslógin er ein tann mest víðfevnda lógin, sum er galdandi í Føroyum, og ásetur hon reglur um, hvussu rættargangurin er skipaður. Rættargangslógin ásetur m.a. reglur um, hvussu dómstólarnir viðgera revsimál og borgarlig mál, nær leikdómarar skulu vera við at viðgera rættarmál, og nær og hvussu løgreglan kann kanna mál. Eisini ásetur rættargangslógin reglur um virksemi hjá advokatum og reglur um m.a. viðgerð av faðirskapsmálum, foreldramyndugleikamálum og verjumálum.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, fegnast um, at arbeiðið við at dagføra føroysku rættargangslógina er komið í ein fasta legu, soleiðis at tryggja verður, at rættargangurin í Føroyum ikki verður afturúrsilgdur.
Løgmálaráðið
RSS Feed