Borgarar á Norðoyri hava í langa tíð víst á tørvin at fáa betri ferðslutrygd á Norðoyri. Pengar eru nú settir av til at breiðka vegastrekkið á Fornavegi og á Flatnavegi, og er hetta eitt týðandi stig at betra um ferðslutrygdina á Norðoyri.
Tá vegurin verður grivin upp, gevur hetta eisini møguleika fyri at leggja gøtuljóskaðal oman til lendingina, og tí eru nýggj gøtuljós oman til lendingina eisini partur av verkætlanini.
Gongubreyt og onnur ferðslutálmandi átøk eru eisini partur av verkætlanini.
Arbeiðið fer í gongd í morgin, 11. desember 2025.
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed