Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústaði. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.
Boða frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2024
Í sambandi við bálbrenning og brenning í smáum heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.
Hetta er loyvt at brenna:
Reinur og turrur óviðgjørdur viður
Ólitað pappír og papp
Jólatrø og annað grann
Hetta er ikki loyvt at brenna:
Plast og gummi (t.d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
Viðgjørdur og málaður viður
Saguspønir og spønplátur
Húsarhaldsburturkast
Vandamikið burturkast (t.d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o.a.)
Klæðir, leður og annað
Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed