Jóladagarnar høvdu vit eisini fleiri góðar vitjanir. Jólaaftan var Øssur Kjølbro, prestur, og hevði andakt. Jóladag vitjaðu Emmaus og Klaksvíkar Hornorkestur. Og 2. jóladag var Pól Johannesen og KFUM & K á gátt.
Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir at takka øllum, ið hava gjørt jólini so góð og fjálg, fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Ein serlig tøkk til øll tykkum, ið leiddu andaktirnar um jólini. Tað er hjartanemandi, at so mong geva sær tíð til at vitja á sjúkrahúsinum, við góðum orðum og vøkrum sangi.
Klaksvíkar Sjúkrahús
RSS Feed