Javnðarkvinnan Alega Hammond í Grønlandi misti allar sínar sessir og bleiv blakað út úr Javnaðarflokkinum Siumut fyri at hava brúkt 13.000 krónir til privat forbrúk.
Vit hava Javnaðarfólk í Føroyum, sum brúka 365.000,00 kr. uppá eitt fundarborð smb. KVF og tað fær ongar fylgur.
Vit hava Javnaðarfólk í Føroyum, sum hava bygt verðins dýrasta trappu, haldi hon kostaði fleiri milliónir? fær heldur ongar fylgur.
Vit hava Javnaðarfólk í Føroyum, sum sita bæði í Løgtinginum, er 1. næstformaður í Løgtinginum. formaður í Kommunufelagnum og er Borgmeistari í Tórshavn, har stemma kann vera báðum megin borið, fær heldur ongar fylgur.
Her ruggar ikki alt rætt, Kringvarp Føroya jagstraði alla síðstu setu Fólkafloksfólk, men nú kann samgongan gera akkurát tað hon lystir. Stór mál eftir stór mál vera tikin upp, men eftir eina tíð, so vera tey tagd burtur og tað fær als ongar fylgjur fyri hesi Løgtingsfólk ella Landsstýrisfólk. Løgið sigi eg bara.
SáH